Ótrúligt at sláa Ferencvaros út

20.07.2023 - 08:43
Ítróttur›Fótbóltur
Ótrúligt at sláa Ferencvaros út
- Eitt er úrslitið, men at fáa áskoðararnar hjá teimum við sær, var heilt ótrúligt, sigur tvímálsskjúttin hjá KÍ, Árni Frederiksberg.
Fegnir KÍ-arar í umklæðingarrúminum eftir sigurin á Ferencvaros í gjárkvøldið. Árni Frederiksberg er uttast til vinstru

KÍ gjørdi í gjárkvøldið ikki mætari enn at senda ungarska stórfelagið Ferencvaros út úr Champions League-kappingini – og tað enntá á útivølli.

Longu í hálvleikinum var 3-0 til KÍ, og soleiðis endaði dysturin eisini. KÍ var í veruleikanum nærri at vinna 4-0, enn Ferencvaros var at minka um munin.

– Ímóti endanum á dystinum klappaðu áskoðararnir hjá teimum, hvørja ferð vit nurtu við bóltin, men ýldu eftir sínum egnu. Og aftaná fagnaðu teir okkum stórliga, sigur Árni Frederiksberg, sum var tvímálsskjútti hjá KÍ.

Venjarin fekk sekkin
– Tá ið vit fingu Ferencvaros í lutakastinum, sá eg tað sum eina uppliving at fáa, men nú hava vit sligið teir út. Hetta er heilt fantastiskt, heldur Árni.

KÍ er nú á veg heimaftur til Føroya, og skal nú fyrireika seg at møta svenska meistaraliðnum, BK Häcken, í øðrum umfari í Champions League.

Russiski venjarin hjá Ferencvaros, Stanisláv Tjertjesov, er eisini á veg heim. Hann fekk sekkin eftir tapið í gjárkvøldið.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101