20 prosent fleiri heilsustarvsfólk á sjúkrahúsunum

20 prosent fleiri heilsustarvsfólk á sjúkrahúsunum
Í fjør vóru ársverkini hjá heilsustarvsfólkini stívliga 850 av teimum 1.300 ársverkunum á sjúkrahúsunum.
Færri atstøðingar eru í heilsurøktini. Í hesum bólki eru heilsurøktarar, heilsuhjálparar og portørar. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
20.07.2023 - 11:16

Heilsustarvsfólkini á sjúkrahúsunum í Føroyum eru nú 20 prosent fleiri enn fyri tíggju árum síðani.

Fólkatalið er í sama tíðarskeiðinum vaksið 12 prosent. 

Seinastu tíggju árini eru heilsustarvsfólk á sjúkrahúsunum farin úr góðum 15 ársverkum upp í knøpp 16 ársverk fyri hvørji túsund fólk í landinum, skrivar Hagstovan.

Av tí at nógvir føroyingar vera viðgjørdir uttanlands, eru tey starvsfólkini og ársverkini eisini  í tølunum. Tey vóru 281 í fjør.

Í fjør vóru ársverkini hjá heilsustarvsfólkini stívliga 850 av teimum 1.300 ársverkunum á sjúkrahúsunum. 

 

Fleiri læknar

Høvuðstarvsbólkarnir hjá heilsustarvsfólki eru læknar, sjúkrarøktarfrøðingar og ljósmøður, atstøðingar í heilsurøkt og onnur heilsustarvsfólk. 

Vøksturin er nógv tann størsti hjá læknum. Læknaársverkini eru vorðin helvtina fleiri. 

Hinvegin eru ársverkini hjá atstøðingunum í heilsurøkt vorðin færri. Í hesum bólkinum eru  heilsurøktarar, heilsuhjálparar og portørar.

Konsulentarnir vóru sløk 26 ársverk í 2022.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751