- Landbúnaðarpolitikkurin skal broytast

23.07.2023 - 14:22
Innlendis
- Landbúnaðarpolitikkurin skal broytast
Tað krevst ein heilt annar landbúnaðarpolitikkur, skulu Føroyar fylgja norðurlendsku kostráðunum um at eta meira burðardygt. Tað heldur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.

Vit skulu hugsa um heilsuna hjá klótuni, tá vit eta. Tað er boðskapurin í nýggju kostráðunum, sum norðurlond eru vorðin samd um. Tí skulu vit eta minni kjøt og meira grønmeti. Men vørurnar skulu eisini vera stuttfluttar. Tað siga heimsmálini hjá ST. Men enn liva Føroyar ikki upp til hetta.

Pætur Bærentsen, bóndi í Kaldbaksbotni, segði við útvarpið í gjár, at hann hevur roynt seg við grønmetisframleiðslu, men tað hevur ikki borið so væl til. Stuðulin til landbúnaðin er umleið 20 milliónir krónur um árið. Størsti parturin er til mjólkaframleiðslu, síðani stuðul til fóður, stuðul til kjøtframleiðslu, stuðul til ullavirkan og so framvegis. 800 túsund krónur eru játtaðar á fíggjarlógini til beinleiðis grønmetisframleiðslu, og so eru nakar smáar verkætlanarjáttanir afturat, so samlaði stuðulin er umleið 2 milliónir krónur.

Men tað er ikki bara peningur sum skal til. Landbúnaðarpolitikkurin skal eisini broytast, heldur Høgni Hoydal, sum hevur politisku ábyrgdina av landbúnaðinum í Føroyum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210