UNESCO: Fartelefonir hoyra ikki heima í skúlastovum

UNESCO: Fartelefonir hoyra ikki heima í skúlastovum
Fráboðanin kemur í kjalarvørrinum á nýggjari altjóða frágreiðing sum vísir, at ov nógv tíð við fartelefonum minkar um førleikan at læra
Børn skulu ikki hava snildfonir við inn í skúlastovurnar, heldur ST-stovnurni fyri útbúgving, UNESCO
Mynd: Shutterstock.com  
 
26.07.2023 - 14:37

Fartelefonir eiga ikki at vera í skúlastovum.

Tað sigur UNESCO, sum er ST-stovnurin fyri útbúgving.

Fráboðanin kemur í kjalarvørrinum á nýggjari frágreiðing, sum sambært The Guardian vísir, at ov nógv tíð við fartelefonum minkar um førleikan at læra.

Eitt forboð móti fartelefonum í skúlastovum fer, sambært UNESCO, at hjálpa skúlum at fáa frið í flokkunum, betra um læringarevnini og verja børn ímóti happing á netinum.

Sambært UNESCO, so hava seks lond forboð ímóti snildfonum í skúlanum.

Í Danmark og Føroyum er tað upp til skúlarnar sjálvar um teir vilja seta forboð ella ikki.

 

Vegleiðandi reglur í Føroyum

Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur eftir áheitan frá skúlunum gjørt vegleiðandi reglur um fartelefon.

Sambært hesum reglum, so orðar skúlastýrið atferðarreglur skúlans í samráði við skúlaleiðaran.

Í mai segði Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, at tað er ikki rætt at seta forboð fyri fartelefonum í fólkaskúlanum.

Tað er í andsøgn við talgildisbúgvingina og búgving annars í skúlans høpi, sambært endamálsorðing fólkaskúlans. 

Tað segði landsstýrismaðurin í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Morgunlestur mikudagur 11. november 2026
216223
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096