Tryggja nú vegin í Klivanum millum Vág og Porkeri

Tryggja nú vegin í Klivanum millum Vág og Porkeri
Síðani í fjør hevur bara onnur akbreytin verið opin, tí har er rapað so nógv undan vegnum
 
27.07.2023 - 09:25

Nú er loksins farið undir at tryggja vegin í Klivunum millum Vág og Porkeri.

Har er rapað so nógv undan vegnum, at síðani í fjør hevur bara onnur akbreytin verið opin.

Landsverk fór nú í vikuni undir arbeiðið at byggja upp av nýggjum.

Talan er um avbjóðandi arbeiði, tí sera bratt er niðurfyri frá vegnum á sjógv, sigur Landsverk.

Væntandi verður arbeiðið liðugt í september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541