B36 óskettið í evropiskum sigri

B36 óskettið í evropiskum sigri
B36 var klárt betra liðið, tá felagið vann 2-1 móti walisiska liðnum Haverfordwest í Gundadali. Men B36 var óskettið í seinna hálvleiki og lovaði walisum innaftur í uppgerðina
Stríðsmaðurin á B36-miðvøllinum, Andrass Johansen, skoraði málið til 2-0
Mynd: Televarpið  
 
27.07.2023 - 21:08

Tá Andrass Johansen í 60. minutti legði B36 framum 2-0 í Conference League-dystinum í Gundadali móti Haverfordwest úr Wales, tóktist B36 væl í holt við at sleisa seg trygt víðari til triðja umfar í UEFA Conference League-kappingini. 

Fyrra málið gjørdi reyða snarljósið hjá B36, Hannes Agnarsson, longu tá 11. minuttir vóru leiktir. 

B36 var greitt tað betra liðið, og hevði eisini fullkomiliga tamarhald á dystinum. 

 

Óneyðugt mál

Men so skjótt sum B36-leikararnir tóku fótin av speedaranum eftir seinna málið, og ferðin fór eitt sindur úr dystinum, fingu Haverfordwest-leikararnir beinavegin fótin fyri seg aftur.

Undir leiðslu av dugnaliga miðvallaranum Kai Whitmore komu teir til kjansir, ið teir annars máttu hyggja langt eftir í fyrra hálvleiki. 

Og tá 80 minuttir vóru leiktir, datt bólturin tilvildarliga fyri føturnar á áleyparanum Martell Taylor-Crossdale, ið setti bóltin trygt í málið. 

Fullkomiliga óneyðugt hjá B36 at lova Haverfordwest inn aftur í dystin, tá B36 var so greitt tað betra liðið. 

 

Uppgerðin burdi verið liðug

B36 hevur ein sera sterkan hóp, og venjararnir burdu skift fyrr út.

Tað var eyðsæð, tá áleið 70 minuttir vóru spældir, at dampurin byrjaði at fara úr fleiri leikarum, ið høvdu sera ilt við at hugsavna seg. 

Men útskiftingarnar komu ikki, fyrr enn Haverfordwest hevði skorað og tryggja sær eitt munandi betri útgangsstøði til seinna dystin. 

Givið er, at Haverfordwest skal skora eitt mál í seinna dystinum í Wales um eina viku, fyri at koma upp á javnt.

Tað burdi givið kviku B36-áleyparunum betri pláss, enn teir høvdu í kvøld. 

Hinvegin burdi uppgerðin verið liðug, tí B36 var bæði tvey og trý mál betri enn Haverfordwest í kvøld. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786