Útoyggjar evni í tingsetunnar fyrsta fyrispurningi

Útoyggjar evni í tingsetunnar fyrsta fyrispurningi
Hanna Jensen, løgtingskvinna, spyr floksfelagan Bjarna K. Petersen, landsstýrismann í lógarmálum, hvørjar ábøtur, hann heldur eru mest átrokandi fyri kor og trivnað í útoyggj
Hanna Jensen spyr, hvussu landsstýrismaðurin í lógarmálum ætlar at raðfesta útoyggjarmál í arbeiðinum hjá landsstýrinum, og nær nýtt álit um menningarætlan fyri útoyggjar verður gjørt.
Mynd: Savnsmynd  
 
02.08.2023 - 08:13

Útoyggjarnar eru evnið í fyrsta grein 52a fyrispurninginum í hesari tingsetuni.

Fyrispurningurin kom í gjár.

Hanna Jensen spyr floksfelagan Bjarna K. Petersen, landsstýrismann í lógarmálum, hvørjar ábøtur, hann heldur eru mest átrokandi fyri kor og trivnað í útoyggj.

Hon spyr, hvussu landsstýrismaðurin ætlar at raðfesta útoyggjarmál í arbeiðinum hjá landsstýrinum, og nær nýtt álit um menningarætlan fyri útoyggjar verður gjørt.

 

Skal svara seinasta lagi 12. august

Hanna Jensen vísir á, at í samgonguskjalinum eru nøkur mál um útoyggjarnar.

Men hon nevnir eisini átøkini, sum Útoyggjafelagið kom við á seinasta aðalfundi.

Bjarni Kárason Petersen skal svara í seinasta lagi 12.august.

Fyri einum góðum mánaði síðani frættist annars, at Hanna Jensen gavst í løgtinginum og fór aftur í starvið sum rektari á Kambsdali tann 1.august.

Hanna Jensen er í løgtinginum fyri Framsókn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655