Trump ákærdur fyri svik og samansvørjing

Trump ákærdur fyri svik og samansvørjing
Donald Trump skal nú møta í rættinum í Washington D.C. í morgin, har hann er ákærdur fyri svik og samansvørjing. Ákæruritið er nú alment
Donald Trump skal nú møta í rættinum í Washington D.C. í morgin, ákærdur fyri svik og samansvørjing
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
02.08.2023 - 08:59

Fyrrverandi amerikanski forsetin Donald Trump varð í gjár ákærdur fyri fýra ymisk lógarbrot í sambandi við, at hann í 2020 royndi at tileinkisgera úrslitið av forsetavalinum, sum hann tapti móti Joe Biden. 

Donald Trump er nú ákærdur fyri: 

  • at hava staðið fyri eini samansvørjing, sum hevði til endamáls at fremja svik móti USA
  • at hava staðið fyri eini samansvørjing, sum hevði til endamáls at forða eini almennari sak
  • at forða og royna at forða fyri eini almennari proseduru
  • og fyri at standa fyri eini samansvørjing móti rættindum

Í hesum sambandi er hann millum annað eisini ákærdur fyri at hava roynt at ávirka vitnir.

Tað kom fram, tá ákæruritið móti Donald Trump bleiv alment í gjár.

Tað er serligi ákærin Jack Smith, sum hevur reist ákærurnar móti Trump.

Jack Smith stendur á odda fyri kanningini av Donald Trump vegna amerikanska løgmálaráðið.

Í ákæruritinum verður sagt, at Donald Trump var "avgjørdur um at halda fast í valdinum" og "breiddi út lygnir" um, at hann hevði vunnið valið, hetta í eini roynd at broyta valúrslitið.

Hesi uppáhaldini vóru følsk, og tað visti Donald Trump eisini, verður sagt í ákæruritinum.

Donald Trump skal nú møta í rættinum í Washington D.C. í morgin.

Tað er ikki vist, hvussu langa tíð rættarmálið fer at taka, og um tað endar áðrenn forsetavalið í november 2024.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115