Klipp í koyrikortið fyri at brúka handhildna telefon

Klipp í koyrikortið fyri at brúka handhildna telefon
At brúka handhildna telefon, meðan tú koyrir bil, skal geva klipp í koyrikortið og harðari revsing, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í ferðslumálum
Tað fer at kosta eitt klipp í koyrikortið, um tú brúkar handhildna fartelefon, meðan tú koyrir bil
Mynd: Shutterstock.com  
 
02.08.2023 - 11:02

Nú skal tað geva klipp í koyrikortið og harðari revsting at tosa í handhildnari telefon, meðan tú koyrir bil. 

Hetta er ein broyting í ferðslulógini, sum landsstýrið ætlar at biðja løgtingið gera, sambært Dennis Holm, landsstýrismaður í ferðslumálum. 

Umframt at geva klipp í koyrikortið, so verður revsingin eisni harðari, 1.500 krónur í sekt í staðin fyri 1.000 krónur sum nú.

 

Skeið skal eisini fevna um rúsevni

Ein onnur broyting verður, at skeiðið um rúsdrekka og ferðslu eisini skal umfata rúsevni. 

Fólk, sum missa koyrikortið, tí tey hava koyrt ávirkað, skulu taka skeið um rúsdrekka og ferðslu, tá tey taka koyrikortið aftur.

Hetta skal nú eisini vera galdandi fyri fólk, sum missa koyrikortið, tí tey hava koyrt ávirkað av rúsevnum.

Greiðari reglur um elrikin rennihjól skulu eisini gerast.

Føroya rættur hevur sagt, at elrennihjól hava ikki rætt til at koyra á almennum vegi, men uppskot er um, at greiðari reglur skulu gerast um hetta í ferðslulógini.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928