Kanning: Ov vánalig stýring í Mentamálaráðnum

Kanning: Ov vánalig stýring í Mentamálaráðnum
Uppgávurnar eru ikki nóg greitt raðfestar, og ov nógv tíð verður nýtt at sløkkja eld, vísir ein kanning, sum fyritøkan 2Improve hevur gjørt
Fyritøkan 2Improve, sum hevur kannað Mentamálaráðið, mælir til, at arbeiðið í ráðnum verður skipað í fleiri toymum.

10.10.2012 - 11:19

Tað eru vánalig skoðsmál, starvsfólkini í Mentamálaráðnum geva av sínum egna arbeiðsplássi. Tað vísir ein kanning, sum fyritøkan 2Improve hevur gjørt av viðurskiftunum í ráðnum fyrra hálvár í ár.

Mentamálaráðið skrivaði í januar undir sáttmála við fyritøkuna 2Improve um at gera kanningar av ráðnum, og at gera uppskot til nýggjan bygnað, sum skal fáa ráðið at virka betur.

Ein av grundarsteinunum undir niðurstøðunum hjá 2Improve, eru samrøður við nøkur starvsfólk, leiðarar og landsstýrismann. Og hesi eru rættiliga samd um, hvat bagir:

Ov vánalig stýring

Stýringin er ov vánalig. Til dømis dugir ráðið ikki nóg væl at fyrireika og útinna verkætlanir, ov lítið yvirlit er yvir samlaðu uppgávurnar í ráðnum, og tær eru ikki nóg greitt raðfestar - ov nógv tíð verður brúkt at sløkkja eld.

Starvsfólkini kenna ov illa fremstu málini hjá ráðnum og sær sjálvum, og býtið av avgerð og ábyrgd er ógreitt. Haraftrat eru fundirnir ov illa skipaðir, og kunningin er ov vánalig.

Starvsfólkini hava ov nógv at gera, og hetta ger, at leiðslan ofta sjálv noyðist upp í málsviðgerðina. Bunkarnir á borðinum hjá starvsfólkunum hópa seg upp, og málsviðgerðin tekur ov langa tíð - í meðal hálvan triðja mánað.

Eisini glottar

Men so eru eisini ljósglottar: Samstarvið í ráðnum er gott, starvsfólkini hava frælsi og álit, og tey kenna væl tørvin hjá viðskiftafólkunum. Í juni kemur so 2Improve við uppskoti um nýggjan bygnað í Mentamálaráðnum, sum skal bøta um tænastuna hjá ráðnum og arbeiðsumstøðurnar hjá leiðslu og starvsfólki.

Millum annað mælir 2Improve til, at arbeiðið í ráðnum verður skipað í toymum. Tað skal skiljast millum menning, verkætlanir og rakstraruppgávur. Og starvsfólk, skúlar og stovnar skulu hava størri ábyrgd.

Fimm toymi

Mentamálaráðið skal í framtíðini stýrast við fimm toymum, mælir 2Improve til. Einum leiðslutoymi, fyrisitingartoymi, avrikstoymi, starvsfólka- og lógartoymi og einum menningartoymi. Fyrimunurin við at arbeiða í toymum er, at fleiri taka ábyrgd, har eru ymiskar áskoðanir og mentanir og at ymiskleikin ger toymini sterk, sigur 2Improve.

Eftir ætlan skuldu uppskotið um nýggjan bygnað setast í verk í september, men av tí at Mentamálaráðið fekk nýggjan aðalstjóra í august, er arbeiðið útsett. Nýggi aðalstjórin, Poul Geert Hansen, sigur, at broytingar verða gjørdar í uppskotinum og at tað væntandi verður sett í verk í november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595