Løgreglan umhugsar bøtur til bilar, sum steðga á Kaldbaksvegnum

10.08.2023 - 17:16
Innlendis›112
Løgreglan umhugsar bøtur til bilar, sum steðga á Kaldbaksvegnum
Fyri umleið einari viku síðani vóru skeltir sett upp, sum forbjóða bilførarum at steðga har, og spurningurin er, um hetta hevur hjálpt. Næsta átak eru bøtur
Døglingarnir ger, at fólk steðga á at hyggja
Mynd: Harald Bjørgvin Photography  

Í nógvar vikur hava nakrir døglingar svomið inni í Kaldbaksfirði, og hetta hevur fingið fólk at steðga á fyri at eygleiða teir.

Tað er tó ikki heilt vandaleyst, tí ferðslan er nógv á teininum, og tað skapar ótryggleika fyri tey, sum koyra framvið.

Fyri umleið einari viku síðani vóru skeltir sett upp, sum forbjóða bilførarum at steðga har, og spurningurin er, um hetta hevur hjálpt.

Um politiið fer at geva bøtur fyri at steðga framvið vegjaðaranum, so skulu bilførarnir rokna við at skulla av við 1.000 krónur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241