Mál um grovan harðskap fyri í Føroya rætti í morgin

Mál um grovan harðskap fyri í Føroya rætti í morgin
Fýra ungir menn, sum eru ákærdir fyri grovan harðskap, skulu í Føroya rætt í morgin
Færoya rættur
Mynd: Savnsmynd  
 
16.08.2023 - 11:47

Tríggir rættardagar eru settir av í Føroya rætti til málið um fýra ungir menn, sum eru ákærdir fyri grovan harðskap.

Talan er um fýra ákærur og fýra órættaðar menn.

Sambært ákæruritinum vóru tvær hendingar 23.apríl og tvær 14.mai í ár í náttarlívinum í miðbýnum í Havn.

Tann eini er ákærdur í øllum fýra málum. Hann er eisini ákærdur fyri at hótta vitni og fyri herverk.

Hann er í varðhaldi.

Allir fýra hava higartil noktað seg sekar.

Av tí, at menninir eru ákærdir fyri harðskap fyrr, er kravið um revsing hert.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928