B36 er úti av evropeiskum fótbólti á hesum sinni

B36 er úti av evropeiskum fótbólti á hesum sinni
Samanlagt tapti B36 1-5 móti kroatiska liðnum HC Rijeka í strembanini eftir at sleppa í Conferene League-bólkaspælið
Kroatiska liðið var ov sterkt fyri B36, ið tapti samanlagt 1-5
Mynd: B36 á Facebook  
 
18.08.2023 - 08:00

B36 er úti av evropeiskum fótbólti á hesum sinni. 

Seinni dysturin móti kroatiska liðnum HC Rijeka í 3. umfari í Conference League á útivølli endaði við einuum 2-0 tapi í øllum hitanum í Kroatia. 

Í fyrra dystinum, sum var á Tórsvølli fyri einari viku síðan, tapti B36 3-1.

Sostatt vann Rijeka samanlagt 5-1. 

KÍ hevur longu tryggjað sær luttøku í Conference League-bólkaspælinum. Harvið hevur KÍ skrivað føroyska fótbóltssøgu. KÍ er fyrsta føroyska fótbóltsfelag, ið skal spæla í endaspælinum í einari evropeiskari liðkapping. 

KÍ hevur tó enn møguleikan at tryggja sær luttøku í næstbestu evropeisku liðkappingini, Europa League. Fyri at røkka hesum máli, so skal KÍ vinna Play Off-dystirnar móti FC Sheriff Tiraspol úr Moldova. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911