Rúsevnismisnýtsla: Vantandi raðfesting á trivnaðarøkinum

Rúsevnismisnýtsla: Vantandi raðfesting á trivnaðarøkinum
Í kvøld verður skipað fyri tiltaki í Havn, har ljós verður varpað á rúsevnismisnýtslu millum ung
Tey ungu í dag hava atgongd til alskyns rúsevni, sum ikki vóru í Føroyum fyrr. (Savnsmynd)
 
23.08.2023 - 18:00

Rúsevnisisnýtslan millum ung veksur støðugt, og orsøkin er í høvuðsheitum vantandi raðfesting á trivnaðarøkinum.

Tað sigur Magni Højgaard, leiðari í "Megna títt lív", í sambandi við tiltakið um rúsevnistrupulleikar millum ung, sum verður í Perluni í kvøld

 

Magni Højgaard er leiðari á "Megna títt lív."

 

Misnýtslan er eisini ein spegilsmynd av stórum samfelagsligum avbjóðingum.

Talan er um fólk, sum eru dottin niður ímillum fyri fleiri árum síðani, sigur Magni Højgaard.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

23082023_Ung_og_rusevni

 

Tiltakið verður í Perluni í kvøld klokkan átta.

Framløgur verða á skránni, og høvi verður at seta spurningar. 

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður við ábyrgd av heildarætlanini, sum skal virka fyri at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu, verður eisini við á fundinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576