Kollfirðingar umhugsa at fara úr Tórshavnar kommunu

Kollfirðingar umhugsa at fara úr Tórshavnar kommunu
Boðað er til borgarafund í næstu viku, men Heðin Mortensen, borgarstjóri, ivast í, um hann fer á fundin
Kollafirðingar fýlast m.a. á, at tað er so torført at fáa grundstykki í bygdini.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
25.08.2023 - 13:20

Nógvir kollfirðingar umhugsa at fara úr Tórshavnar kommunu.

Teir siga, at kommunan ger alt ov lítið fyri at útvega grundstykki í bygdini. Bara 22 í hesi øldini. Úrslitið er, at ungar  familjur flyta, og í ár vera bara trý børn fødd í Kollafirði, á Oyrareingjum og Signabø.

Tony Weyhe úr Kollafirði sigur, at støðan er vanlukkulig, og tí má Kollafjørður úr kommununi, um býráðið ikki leggur á annan bógv.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Niels á Reynatúgvu, sum býr í Kollafirði, kjakaðust um støðuna í Kollafirði í Breddanum fyrrapartin.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Niels á Reynatúgvu býr í Kollafirði. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Festarar trupulleikin

Heðin Mortensen segði, at tað eru festarar, sum eru ein partur av trupulleikanum, at kommunan ikki hevur kunnað útstykkjað.

Men hesum vísti Niels á Reynatúgvu aftur. 

Kollfirðingar hava boðað til borgarafund týsdagin í næstu viku at viðgera støðuna.

Men Heðin Mortensen, borgarstjóri og formaður í staðbundnu nevndini, ivast í, um hann fer á fundin.

Niels á Reynatúgvu sigur, at fundurin verður hildin kortini.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

25082023_Kollafjordur

 

Allur Breddin kann hoyrast her.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290