Skulu tryggja sær loyvi frammanundan

Skulu tryggja sær loyvi frammanundan
Fyriskiparar skulu sambært lóg tryggja sær samtykki frammanundan frá øllum teim hagapørtum, har farið verður, sigur Óðalsfelagið
Hagarnir, og bara hagarnir, hava ræðisrættin, sigur Óðalsfelagið. (Savnsmynd)
 
28.08.2023 - 08:08

Tað er ólógligt at selja upplivingar í haga uttan samtykki frá høgunum, sigur Føroya Óðalsfelag.

Tíbetur kenna flestu fyriskiparar lógirnar og vilja tryggja, at tiltakið hjá teimum eydnast væl. Tí gera teir sjálvandi greiðar skrivligar avtalur við hagarnar frammanundan, skrivar Óðalsfelagið.

Tað er ikki í lagi bara at ringja sama dag og siga, at «Tiltakið verður».

Fyriskiparar skulu, sambært lóg, tryggja sær samtykki frammanundan frá øllum teim hagapørtum, har farið verður.

Avtala um hetta skal fáast í lag fyri tiltakið, tí tað eru hagarnir og bara hagarnir sum hava ræðisrættin, vísir Føroya Óðalsfelag á.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711