ÍSF raðfestir felagsskapin

ÍSF raðfestir felagsskapin
Katrin Dam á Neystabø er sett sum ítróttaráðgevi við høvuðsábyrgd av breiddarítrótti
Katrin Dam á Neystabø.
 
29.08.2023 - 09:06

Ítróttarsambandið fer nú at raðfesta felagsskapin.

ÍSF hevur sett Katrina Dam á Neystabø í fast starv sum ítróttaráðgeva við høvuðsábyrgd fyri breiddarítrótti, sigur Elin H. Joensen, forseti í ÍSF.

Katrin Dam á Neystabø hevur seinastu tvey árini verið í verkætlanarstarvi hjá ÍSF, har hon hevur arbeitt við júst breiddarítrótti.

Í 2022 til 26 strategiini hjá ÍSF, sum eitur "Í felag fram ímóti felags málum," stendur um felagsskapin, at hann er grundarlagið undir øllum skipaðum ítrótti. 

Felagsskapurin er størsta styrki okkara og fortreytin fyri góðum úrslitum, sigur ÍSF. 

Ein verkætlan er skúlaleikir og rørsluátakið PULS á Glasi.

Eydnast PULS á Glasi sum ætlað, fer hinum miðnámsskúlunum at standa í boði at vera við næsta skúlaár. 

Ætlanin er eisini skjótt at seta fokus á rørsluátøk í dagstovnunum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723