- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fountain House gerst veruleiki í Føroyum

Rannvá Egholm
rannva@roddin.fo
Stutt eftir, at tónleikarin, Rasmus Rasmussen, doyði í fjør, tóku nøkur fólk stig til at seta á stovn eitt Fountain hús í Føroyum, ið er ætlað sálarsjúkum fólki. Áðrenn hetta hevði tað verið nógv frammi, at tørvur var á slíkum húsi, og eftir deyða Rasmusar kom ordiliga glið á arbeiðið. Ein vælgerðagrunnur varð settur á stovn í Rasmusar navni, og tann 20. oktober 2012 var eitt stórt stuðulstiltak fyri Fountain House Føroyar grunninum og minniskonsert samstundis í Sjónleikarhúsinum.
- Í dag kunnu vit alment boða frá, at landið hevur valt at geva 2 milliónir til at seta eitt Fountain House á stovn í Føroyum. Sær út til, at Fountain House gerst veruleiki í 2014, skrivar grunnurin á sínari Facebook síðu í dag
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




