Ukrainski verjumálaráðharrin leggur frá sær

Ukrainski verjumálaráðharrin leggur frá sær
Oleksii Reznikov biður um at verða loystur úr starvi samstundis sum forsetin ætlar at tilnevna annan verjumálaráðharra
Olekssi Reznikov hevur verið verjumálaráðharri í Ukraina í sløk tvey ár.
Mynd: Gleb Garanich/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
04.09.2023 - 10:22

Ukrainski verjumálaráðharrin, Oleksii Reznikov, hevur biðið um at verða loystur úr starvi.

Tað skrivar Reuter, sum endurgevur sosiala miðilin, X.

- Tað hevur verið ein heiður at tænt ukrainska fólkinum og at arbeiða fyri ukrainska herin seinastu 22 mánaðirnar, sum hevur verið tann strævnasta í Ukraina í nýggjari tíð, skrivar Reznikov á X, sum var betur kent sum Twitter.

Reznikov hevur verið verjumálaráðharri síðani 2021. Hann hevur biðið um at verða loystur úr starvi, tí Zelenskij, forseti, hevur boðað frá, at ætlanin er at tilnevna annan verjumálaráðharra.

Zelenskij helt røðu í nátt, okkara tíð, og tá segði hann, at "tørvur er á nýggjari tilgongd í verjumálaráðnum," sum hann málbar seg.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609