India vil hava tættari samstarv við Føroyar

India vil hava tættari samstarv við Føroyar
Ætlanin er at skipa fyri vinnuferð til India seinni í hesum árinum við løgmanni á odda.
Aksel V. Johannesen, løgmaður.
 
07.09.2023 - 18:00

India, sum er heimsins fólkaríkasta land, hevur stóran áhuga fyri samstarvi við Norðurlond, eisini Føroyar, og indiski sendiharrin í Danmark hevur verið í Føroyum og vitjð tvær ferðir í hesum árinum.

Í 2006 var ein føroysk sendinevnd í India, men tá kom lítið og einki burturúr.

 

Løgmaður og indiski sendiharrin í Danmark, Pooja Kapur, sum hevur verið á vitjan í Føroyum tvær ferðir í hesum árinum. 

 

Nú er aftur ætlanin at skipa fyri vinnuferð til India við løgmanni á odda.

Aksel V. Johannesen sigur, at henda royndin at fóta sær á indiska marknaðinum skal vera við til at styrkja búskapin, so hann ikki verður tongdur at nøkrum fáum marknaðum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

07092023_Aksel_um_India

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928