Skrivað stendur

«Lovsongur Sakariasar»
15-12-2023
Prædikuteksturin til sunnudagin er úr evangeliinum eftir Lukas, kap. 1, ørindini 67-80. Gestir í sendingini hesa ferð eru Ruth Vang og Henrik Old.

Í sendingini "Skrivað stendur" lesa vit prædikutekstin til sunnudagin og siga frá hugtøkum og øðrum, sum eru tongd at honum.

 

Gestir í sendingini eru Henrik Old, løgtingslimur, og Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjamálum. 

 

Prædikuteksturin til triðja sunnudag í advent stendur í Lukas evangeliinum, kap. 1, ørindini 67-80

 

Lovsongur Sakariasar

v67: Og Sakarias, faðir hansara, varð fyltur av heilagum anda, og hann profeteraði og mælti: 
v68: «Lovaður veri Harrin, Guð Ísraels, tí at vitjað hevur hann fólk sítt, og loyst hevur hann tað út; 
v69: og reist hevur hann okkum eitt frelsunnar horn í húsi Dávids, tænara síns; 
v70: soleiðis sum hann av fyrndartíð hevur talað við munni hinna heilagu profeta sína: 
v71: Frelsu frá fíggindum várum og frá hondum alra teirra, sum okkum hata; 
v72: til tess at inna miskunn móti fedrum várum og minnast hin heilaga sáttmála sín, 
v73: eiðin tann, sum hann svór Ábrahami, faðir várum, at hann vildi veita okkum, 
v74: at vit, bjargað úr hondum fígginda vára, 
v75: óttaleys máttu tæna honum í heilagskapi og rættvísi fyri ásjón hans allar dagar várar. 
v76: Og tú við, lítla barnið, skalt verða nevndur profetur hins hægsta; tí at tú skalt ganga undan fyri ásjón Harrans, at búgva út vegir hans, 
v77: at geva fólki hans kunnugleika um frelsu í fyrigeving synda teirra, 
v78: fyri Guðs várs mildu miskunnar sakir, sum sólarris av høgum himni hevur vitjað okkum við, 
v79: at lýsa fyri teimum, sum sita í myrkri og skugga deyðans, at beina fótum várum inn á friðarleið.» 
v80: Men barnið vaks og varð sterkt í andanum; og hann var í oyðimørkunum til tann dagin, tá ið hann steig fram fyri Ísrael.

 

Armgarð Arge og Kári Sólstein leggja sendingina til rættis. 
Hevur tú viðmerking til sendingina, ber til at skriva til teldupostbústaðin: Skriva@kvf.fo

Skrivað stendur

Tvær tekstarøðir eru í kirkjuni. Tann fyrra stavar heilt aftur til ár 500, og seinna er frá 1895. Har eru tekstir úr Nýggja Testmenti savnaðir, og teir fylgja kirkjuárinum, sum byrjar fyrsta sunnudag í advent. Hesir vísu aldargomlu tekstir er enn viðkomandi, men hvussu lesa vit teir, og hvussu skilja vit teir? Í sendingini "Skrivað stendur" lesa vit tekstin og siga frá hugtøkum og øðrum, sum er tengt at honum. Gestir fara so at viðgera tekstin, og tað eru ymisk fólk hvørja ferð, sum vera við.
Prædikuteksturin til sunnudagin stendur í evangeliinum eftir Lukas, kap. 12,13-21.
24-05-2024
Gestir í sendingini eru Hjørdis Háberg Petersen, skúlastýrisforkvinna á eftirskúlanum Brúgvin og Johan Dahl, løgtingslimur.
17-05-2024
Prædikuteksturin til sunnudagin stendur í evangeliinum eftir Jóhannes, kap 17,20 - 26
10-05-2024
Prædikuteksturin til sunnudagin stendur í evangeliinum eftir Jóhannes, kap 17,1 - 11
03-05-2024
Gestir í sendingini eru Theresa Turiðardóttir Kreutzmann og Sjúrður Skaale.
26-04-2024
Prædikuteksturin til annan sunnudagur eftir páskadag stendur í evangeliinum eftir Jóhannes, kap 14
19-04-2024
Prædikuteksturin til annan sunnudagur eftir páskadag stendur í evangeliinum eftir Jóhannes, kap 10, 22-30.
12-04-2024
Gestir eru Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelaginum og Jóhannis Joensen, løgtingslimur
05-04-2024
Gestir eru Bárður á Lakjuni, lærari og løgtingslimur og Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, fornfrøðingur.
22-03-2024
Prædikuteksturin til sunnudagin er úr evangeliinum eftir Lukas, kap 1. 46-56.
15-03-2024
Í sendingini "Skrivað stendur" lesa vit prædikutekstin til sunnudagin og siga frá hugtøkum og øðrum, sum eru tongd at honum. Maria Mørkøre og Jógvan Páll Lassen eru gestir.
08-03-2024
Prædikuteksturin til sunnudagin er úr evangeliinum eftir Jóhannus, kap. 8, ørindini 42-51.. Gestir hesa ferð eru Sirið Stenberg og Tummas í Garði
01-03-2024