Skrivað stendur

«Gev okkum meiri trúgv»
19-01-2024
Prædikuteksturin til sunnudagin er úr evangeliinum eftir Lukas, kap. 17, ørindini 5-10. Gestir í sendingini hesa ferð eru Sólvit Nolsø og Gunvá Við Keldu.

Í sendingini "Skrivað stendur" lesa vit prædikutekstin til sunnudagin og siga frá hugtøkum og øðrum, sum eru tongd at honum.

 

Gunvá Við Keldu, býraðslimur og grafikari og Sólvit Emilsson Nolsø, løgtingslimur, eru gestir í sendingini. 


Teksturin til triðja sunnudagur eftir trettanda. 
Onnur tekstarøð
Luk. 17,5-10.


Jesus talar um trúgv og rættar tænarar

v5: Og ápostlarnir søgdu við Harran: «Gev okkum meiri trúgv.» 

v6: Men Harrin segði: «Um tit høvdu trúgv sum eitt sinopskorn, tá kundu tit sagt við hetta morberjatræið: «Slít teg upp við rót og set teg niður í havið;» og tað hevði verið tykkum lýðið. 

v7: Men hvør tykkara, sum hevur ein húskall, ið pløgir ella røktar seyð, man siga við hann, tá ið hann kemur heim av markini: «Kom higar alt fyri eitt og set teg til borðs»? 

v8: Man hann ikki heldur siga við hann: «Ger tað til, sum eg skal hava til náttverðar og gyrð teg og borðreið fyri mær, meðan eg fái mær at eta og drekka, og síðan kanst tú eta og drekka?» 

v9: Man hann veita húskallinum tøkk fyri, at hann gjørdi tað, sum honum var lagt á? 

v10: Somuleiðis eisini tit; tá ið tit hava gjørt alt tað, sum tykkum er lagt á, sigið tá: «Vit eru ónýtir tænarar; vit hava eina gjørt tað, sum var skylda okkara at gera.»»

 

Armgarð Arge og Kári Sólstein leggja sendingina til rættis. 
Hevur tú viðmerking til sendingina, ber til at skriva til teldupostbústaðin: Skriva@kvf.fo

Skrivað stendur

Tvær tekstarøðir eru í kirkjuni. Tann fyrra stavar heilt aftur til ár 500, og seinna er frá 1895. Har eru tekstir úr Nýggja Testmenti savnaðir, og teir fylgja kirkjuárinum, sum byrjar fyrsta sunnudag í advent. Hesir vísu aldargomlu tekstir er enn viðkomandi, men hvussu lesa vit teir, og hvussu skilja vit teir? Í sendingini "Skrivað stendur" lesa vit tekstin og siga frá hugtøkum og øðrum, sum er tengt at honum. Gestir fara so at viðgera tekstin, og tað eru ymisk fólk hvørja ferð, sum vera við.
Gestir í sendingini eru Lena Reinert og Tóri Højgaard.
06-02-2025
Gestir í sendingini eru Alice Frederiksberg og Kristian Martin Petersen
30-01-2025
Gestir í sendingini eru Gudny Langgaard og Rúni Rasmussen
16-01-2025
Gestir í sendingini er Tóta Árnadóttir og Dagfinn Olsen
09-01-2025
Gestir í sendingini eru Turið Horn og Richard Schwartson
19-12-2024
Prædikuteksturin til sunnudagin, stendur í evangeliinum eftir Mattheus, kap 11, 2-10
12-12-2024
Gestir í sendingini eru Elsa Jóhanna Høgenni, deknur í Havnar kirkju og Rógvi Joensen, stýrimaður á Rituni
05-12-2024
Gestir hesa ferð eru Inga Dam, skrivstovufólk, og Justinus Eidesgaard, journalistur.
28-11-2024
Gestir í sendingini eru Hilmar Jan Hansen og Kristianna Winther Poulsen
21-11-2024
Gestir í sendingini er Alfred Petersen, advokatur. Vegna forfall er bert ein gestur við hesaferð.
14-11-2024
Prædikuteksturin til sunnudagin stendur í evangeliinum eftir Jóhannes kap. 5, 17-29
07-11-2024
Prædikuteksturin til sunnudagin stendur í evangeliinum eftir Mattheus kap. 5, 1-16
31-10-2024