Eykajáttan til at umbyggja høli til skannaran

Eykajáttan til at umbyggja høli til skannaran
Tað ganga 24 til 27 vikur, til nýggi skannarin á Klaksvíkar sjúkrahúsi verður tikin í nýtslu
Nýggi skannarin er ikki bílagdur enn, tí løgtingið skal játta pengarnir til umbyggingina á Klaksvikar sjúkrahúsi fyrst. (Savnsmynd)
 
12.09.2023 - 08:26

Løgtingið má lata pengar til at umbyggja hølini, har sum Tesla skannarin, sum Klaksvíkar sjúkrahús hevur fingið, skal standa.

Eftir ætlan fer málið í løgtingið í næstum sum útreiðsluneutral umbøn um eykajáttan. 

Klaksvíkar sjúkrahús og Landsverk hava kannað hølini, har skannarin skal standa. 

Hølini er væl egnað, er niðurstøðan. Men onkar umbyggingingar skulu gerast - gólvið skal styrkjast, og sjúkrahúsið skal hava nýggja elinnføring og eltalvu.

Arbeiðið er klárt at bjóða út.

Hetta sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna, í svari til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu.

 

 

Ikki bílagdur enn

Skannarin er ikki bílagdur enn, tí skal Løgtingið skal játta pengarnar fyrst.

Avgreiðslutíðin er 14 til 17 vikur frá tí, skannarin er bílagdur.

Og tað tekur seks vikur at seta upp skannaran.

Innkoyringin tekur væntandi fýra vikur.

So samanumtikið er talan um 24 til 27 vikur.  

Sí svarið frá Margit Stórá til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083