- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

- Hetta er eitt deiligt arbeiði, og eg trívist væl. Komi í samband við nógv fólk og fái prátað nógv.
Soleiðis sigur Petur Petersen, sum í dag er bussførari.
Tey flestu munnu annars seta Petur Petersen í samband við bryggjaravinnuna, sum hann annars hevur verið í so at siga alt sítt lív.
Men í summar valdi hann at fara í farloyvi.
- Arbeiðið hevur altíð fylt nógv, og eg havi ongantíð veruliga hildið frí. Eg var farin at merkja tað á kroppinum, at eg hevði brúk fyri einum steðgi. Onkursvegna var eg nokk útbrendur, sigur Petur Petersen, sum eftir at hava hildið frí í nakrar vikur takkaði av tilboðnum at koyra skúlabuss millum Tórshavn og Vágar.
- Eg merki væl, at hetta er gott fyri meg. Kroppurin slappar av, eg havi ikki ilt í rygginum, og so havi eg frí, tá eg skal hava frí, sigur Petur Petersen.
Í morgunsendingini greiðir hann frá skriftinum at fara úr bryggjaravinnuni og at koyra buss.
