Góðan morgun Føroyar

Slipsið hjá Williami Heinesen í ringrás um jørðina
13-09-2023
Talan er um eitt heimagjørt, ullint slips, sum William Heinesen fekk frá eini vinkonu

Tá danski astronauturin, Andreas Mogensen, fór á Altjóða Rumdarstøðina, hevði hann fleiri forkunnugar lutir úr kongaríkinum við sær.

Úr Føroyum er Merkið, ravnafjarðar og eitt ullint slips hjá Williami Heinesen.

Tankin er, at lutirnir, sum verða avmyndaðir á rúmdarstøðini, skulu geva okkum og øðrum høvi at hugsa um, hvørji vit eru, og hvat vit vilja umboða.

Eisini er vónin, at hetta kann geva ungum íblástur til at velja sær eina yrkisleið, ið hevur samband við rúmdina og rúmdargransking.

Elisa Heinesen, ið er abbadóttir William Heinesen, fekk fyrispurning um, hvørjir lutir hjá Williami kundi verið upplagdir at hava við á Altjóða Rúmdarstøðina.

Tey samdust um, at ullinta slipsið, sum Marjun Horsdal vevaði til William, var besta boðið.

Tá Andreas Mogensen kemur aftur á jørðina í 2024, verður slipsið handað aftur.

- Tað er fantastiskt at eiga ein lítlan lut í hesi verkætlan, sigur Elisa Heinesen.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026
Røða í WHO og amerikanska miðvalið
04-11-2026
Veðrið og prát
04-11-2026
Útoyggj, Jens Midjord fótbóltsdómari
03-11-2026
Prát og veðrið
03-11-2026
Seyðahúsið við ánna, føroyskur dansur
02-11-2026
Prát og veðrið
02-11-2026