SEV sleppur at seta sjóvarfalsorkuverk út í Vestmannasund

SEV sleppur at seta sjóvarfalsorkuverk út í Vestmannasund
Drekin, sum nú verður settur út, kann nøkta orkutørvin hjá 300 húsarhaldum, ið hava hitapumpu
SEV hevur síðani 2020 gjørt royndir við at framleiða el við sjóvarfalsturbinum í Vestmannasundi. Nú er ætlanin at seta størri dreka út.
 
13.09.2023 - 11:35

Umvørvisstovan loyvir SEV at seta sjóvarfalsorkuverk út í Vestmannasund.

Talan er um eina tvey ára royndarverkætlan.

SEV hevur síðani 2020 gjørt royndir við at framleiða el við sjóvarfalsturbinum í Vestmannasundi. Talan er um sjóvarfalsturbinur ella drekar, sum líkjast flogførum, ið sveima uppi í sjónum.

Hesir drekarnir hava ein framleiðslumátt upp á 100 kilowatt.

Drekin, sum ætlanin nú er at seta út í Vestmannasund, er væl størri, og hevur ein framleiðslumátt upp á 1,2 megawatt.

Framleiðir drekin streym í eitt ár, svarar tað til orkutørvin hjá okkurt um 300 húsarhaldum, sum hava hitapumpu.

Drekin, sum er nevndur Dragon Class D12, er 9,8 metrar langur. Veingjabreiðið er 12 metrar, og hann vigar 28 tons.

Drekin verður settur út á umleið 72 metra dýpi, og fer at sveima í eini áttatalsrás, meðan rákið er, men hongur stillur á átta metra dýpi í kyrrindum.

 

 

Avgerðin kann kærast

Avgerðin hjá Umhvørvisstovuni um at góðkenna verkætlanina, kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhørvismálum. Kærufreistin er fýra vikur, og skal vera Umhørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 10. oktober.

Góðkenningin er gjørd við støði í eini umhvørvisárinsmeting fyri ætlaða orkuverkið, sum Havstovan hevur gjørt. 

Árinsmetingin viðger, hvørja ávirkan verkætlanin kann hava á náttúru og umhvørvi. 

Í árinsmetingini verða árini á fisk, sjófugl, hval og kóp lýst eins og møgulig átøk, ið kunnu tálma árin á hval og kóp. 

Til dømis at tað ber til at steðga orkuverkinum við stuttum skotbrái. Hetta verður helst neyðugt, um grind veður rikin í Vestmannasundi.

Les góðkenningina frá Umhvørvisstovuni her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158