Góðan morgun Føroyar

- Tey, sum fáa sær føroyskan bát, eiga at fáa fyrimunir
14-09-2023
Føroyski báturin var í øldir álitið hjá føroyingum. Hann var brúktur til útróður, grindarakstur og flutning millum oyggjarnar

Upprunin til føroyska bátin er norrøni súðubygdi báturin, sum er í minsta lagi 2000 ár.

Føroyski báturin er lagaður eftir føroyskum viðurskiftum og umstøðum. Mett verður, at hetta er hent í 1600 árunum.

Harvið hevur føroyski báturin havt stóran týdning fyri liviumstøðurnar í Føroyum.

Soleiðis stendur í bókini, Føroyski báturin - bátur og bátasmíð, sum Sandavágs bygdarsavn og Sandavágs Fornminnafelag hava givið út.

Jan Erik Simonsen varðar av partinum um føroyska bátin, og Heini F. Petersen hevur skrivað um bátar og bátasmíð.

Tað er krevjandi at hava føroyskan bát, ásannar Jan Erik Simonsen.

Flestu velja sær heldur plastbát, og tí má okkurt gerast, um vit vilja varðveita føroyska bátin.

Til dømis eru mvg-afturbering og bestu pláss í bátahyljunum hugskot, ið eru verda at royna, heldur høvundin.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026
Røða í WHO og amerikanska miðvalið
04-11-2026
Veðrið og prát
04-11-2026
Útoyggj, Jens Midjord fótbóltsdómari
03-11-2026
Prát og veðrið
03-11-2026