Góðan morgun Føroyar

Vil hava lundan at støðast á Viðareiði
14-09-2023
Levi Heinesen er av sínum eintingum farin í holt við verkætlan, sum skal fáa lundan at støðast betur á Viðareiði.

Frá barnsbeini hevur Levi Heinesen verið vanur við fleyga lunda á Viðareiði. Nú hevur hann fingið íblástur til eitt hugskot, sum skal fáa lundan at støðast betur.

Hugskotið gongur út uppá, at "falskir" lundar verða settir niður fyri at lokka lundan til. Hesir eftirgjørdu lundarnir eru antin myndir av lundum ella skurðmyndir av lundum, so tað sær út sum um, at nógvur lundi er á staðnum. Á tann hátt fær mann skipa, hvar lundin heldur til og trívist á einum staði.

Eisini er ætlanin at grava holur, sum lundin kann brúka og gera til sína egnu.

Vónirnar eru, at tað longu næsta ár er meira lundi at síggja á Viðareiði.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026
Røða í WHO og amerikanska miðvalið
04-11-2026
Veðrið og prát
04-11-2026
Útoyggj, Jens Midjord fótbóltsdómari
03-11-2026
Prát og veðrið
03-11-2026