- Tíðindi, mentan og ítróttur
Send á Rødbygaard
Flestu íbúgvarnir á Rødbygaard høvdu menningartarn, men ikki allir. Summi gingu í skúla ella arbeiddu, onnur gjørdu hvørki. Ungir føroyingar vóru eisini í læru á Rødbygaard, og tey arbeiddu fyri at broyta umstøðurnar á staðnum.
Send á Rødbygaard
Í apríl 1973 komu tey fyrstu børnini við menningartarni, sum vórðu send á stovn í Danmark, heimaftur til Føroya, 50 ár síðani og í tí sambandi endursendir Kringvarpið stuttrøðina "Send á Rødbygaard". Føroyingar í hópatali eru sendir av landinum til stóra stovnin Rødbygaard á Lollandi í Danmark. Nógv teirra, tí tey hava verið evnaveik og umstøður ikki hava verið at veita teimum hjálp í Føroyum. Men tey eru eisini nøkur, sum ikki vóru evnaveik, ið komu á Rødbygaard. At siga farvæl við síni kæru heima og flyta á ein stóran stovn í einum fremmandum landi var ógvuliga torført hjá nógvum.
Lagt til rættis: Karolina Thostrup