Góðan morgun Føroyar

Heiðra kvinnur í Kollafirði
15-09-2023
- Hetta eru kvinnur, sum á ymiskan hátt hava stóran týdning fyri bygdina, sigur Miriann N. Dam, sum skipar fyri serstakari framsýning á Kollafjarðardøgum.

Bindikona, heimasjúkrasystir, lokalpolitikari og lastbilførari.

Hesar eru nakrar av teimum kvinnunum, sum á ymiskan hátt hava og hava havt stóran týdning fyri Kollafjørð.

- Hetta eru alt kvinnur, sum í tí stilla hava gjørt eitt stórt arbeiða, og sum vit í Kollafirði eru errin av, sigur Miriann N. Dam, sum skipar fyri framsýningini í sambandi við Kollafjarðardagar.

Kvinnur_i_bygdini

Hesa vikuna eru Kollfjarðardagar við nógvum ymiskum tiltøkum á skránni.

- Ofta hoyrir mann, at kollfirðingar koma lítið saman, men síðani vit byrjaðu hesar dagarnar fyri trimum áðrum síðani, hevur undirtøkan bara verið vaksandi og bygdarfólkið tekur væl undir við Kollafjarðardøgum, sigur Birna Mikkelsen, sum saman við øðrum leggur Kollafjarðardagar til rættis.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026
Røða í WHO og amerikanska miðvalið
04-11-2026
Veðrið og prát
04-11-2026