Góðan morgun Føroyar

Ársins grøni stovnur
18-09-2023
Dagstovnurin í Hósvík kann reypa sær av at vera ársins grøni stovnur.

Á dagstovninum við Stórheygg í Hósvík er tað ikki bert námsfrøðin og børnini, sum fylla í gerandisdegnum. Har verður eisini gjørt nógv fyri at vera ein umhvørvisvinarligur stovnur. Hetta hevur eisini eydnast teimum so mikið væl, at tey í fjør vunnu heiðurin sum "ársins grøni stovnur".

Innbúgv v.m. verður keypt í endurnýtslu handlum, og eisini eru foreldur røsk at luta ting til stovnin, sum børnini kunnu fáa gleði av. Tey hava láninet til foreldur, øll børnini hava hvør sína kovboytasku, sum er seymað úr gomlum buksum - og eisini hava tey fjøruposar, sum tey taka við sær, tá tey fara oman á sandin.

Leiðarin á dagstovninum, Jóna Guttesen, leggur dent á at menna eina umhvørvisvinarliga mentan, sum børnini kunnu bera víðari.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026