Góðan morgun Føroyar

Upplagt at gera kips í Føroyum
18-09-2023
Føroyingar elska epli, so marknaðurin burdi verið har fyri føroyskum kipsi.

Tað helt Cristian í Garði, sum saman við Einari Eyvindson Toftegaard hevur fyritøkuna Føroyakips.

Teir eru byrjaðir í smáum í hølum hjá iNova, har teir skera epli í flísar við hond, áðrenn teir ganda fram broyskin kips við trimum ymsum kryddmøguleikum.

- Tað er undarligt, at tað ikki ber til at fáa føroysk kips, tá hugsað verður um, at epli veksur so væl í Føroyum, uttan brúk av vakstrathúsi ella øðrum, sigur Cristian.

Føroyakips byrjar við trimum sløgum av kipsi. Salti, salti og pipari og tarasmakki. Orsøkin til hesi trý er einføld.

- Vit leggja okkum eftir teimum smakkum, sum fólkum dámar í forvegin, leggur Cristian afturat.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026