Góðan morgun Føroyar

Børnini vita ikki, hvat eitt frímerki er
20-09-2023
Túsund føroysk frímerki gjørdist tað til tí tíðini hjá Svanbjørg Manai, nú hon takkar fyri seg sum leiðari á frímerkjadeildini hjá Posta

Sjálvt um føroyingar ikki brúka so nógv frímerki longur, so vera tey enn framleidd - tey føroysku frímerkini. Tað nýggjasta er eitt kryptofrímerki, sum bæði hevur eina fysiska og eina talgilda tilveru.

Talgilda kryptofrímerkið er samstundis hitt síðsta hjá Svanbjørg Manai, sum í 47 ár hevur starvast á frímerkjadeildini hjá Posta, og latið bæði føroyingum og útlendingum føroysk frímerki.

Serliga eru tað savnarar uttanlands, sum hava áhuga fyri føroyska frímerkinum, tí tað er eksotiskt.

- Føroyingar hava sjálvandi brúkt frímerki til at senda brøv við, men tað eru savnararnir, sum hava hildið lív í framleiðsluni, sum tó er minkandi. Tey ungu vita ikki eingang hvat eitt frímerki skal brúkast til, og tey, sum byrjaðu at savna frímerki fyri nógvum árum síðan fella frá, so ja, har minkar við kundum, sigur Svanbjørg Manai, ið ikki væntar, at hon fer at keða seg, nú hon fær meira tíð um hendi.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026