Heilsuhjálparar krevja meiri í lønarlyfti: FMR hevur gjørt ein feil

20.09.2023 - 21:18
Innlendis›Samfelag
Heilsuhjálparar krevja meiri í lønarlyfti: FMR hevur gjørt ein feil
Ein roknifeilur í fíggjarmálaráðnum hevur ført til, at lønarlyftið økir um gjónna millum heilsurøktarar og heilsuhjálparar.

Fíggjarmálaráði roknaði skeivt og gav heilsurøktarunum eitt lutfalsliga nógv størri lønarlyft enn heilsuhjálparunum.

Hetta skal rættast, sigur Mary Antonsdóttir, forkvinna hjá heilsuhjálparunum.

Ein roknifeilur í framskrivingini av semjuni við heilsurøktararnar merkti at heilsurøktarirnir fingu eina endaløn uppá 33.491 krónur í staðin fyri 3.2000 krónur.

Helsurøktarar og heilsuhjálparar eru tveir starvsbólkar, sum hava fingið lønarlyft.

Lønarlyftið skuldi minka um gjónna millum láglønarbólkar. Men ein feilur hevur gjørt, at tað er ikki tað, sum er hent, sigur Mary Antonsdóttir, forkvinna fyri heilsuhjálpararnar.

Endalønin hjá heilsuhjálparunum er eftir lønarlyftið 30.500 krónur
Sambært fíggjarmálaráðnum skuldi munurin millum heilsurøktarar og heilsuhjálpaar vera 2000 krónur, tá avtornaði.

Men so var ikki - tí heilsurøktararnir endaðu við eini endaløn uppá 33.491 krónur.

Tað er ein munur uppá 3.491 krónur millum starvsbólkarnar, og tað er forkvinnan hjá heilsuhjálparunum ikki nøgd við.

Feilurin skal rættast, sigur hon. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210