Góðan morgun Føroyar

- Vit hava ikki merkt nakran illvilja í Bratislava
21-09-2023
Heimaliðið er favorittur, men skulu vit trúgva veddingarfyritøkunum, er munurin millum liðini ikki so stórur.

Klokkan átta í kvøld byrjar dysturin í Slovakia millum Slovan Bratislava og KÍ. Hetta er fyrstu ferð í søguni, at eitt føroyskt fótbóltsfelag spælir í einum evropeiskum bólkaspæli.

Feløgini bæði hava eina ávísu søgu. Ætlanin var, at tey skuldu spæla í Klaksvík í 2020, men Champions League-dysturin var ikki spældur, tí koronusmitta rakti Bratislava. KÍ vann tí uttan dyst.

Tað hevur ljóðað, at hendingin ger, at ein ávísur illvilji er í Slovakia móti føroyska felagnum í Slovakia.

Men liðskiparin hjá KÍ, Jákup B. Andreasen, sigur, at móttøkan hevur verið sera góð.

Hópurin kom smidliga í landið og einki fýrverk hevur verið brostið uttanfyri hotellið í nátt.

Venjarin hjá KÍ, Magni Hoseth, kom ikki við til Slovakia. Hann er sjúkur og er tí eftir í Føroyum.

Tað var nevnt, at hann møguliga náddi at vera við til dystarbyrjan. Enn veit liðskiparin kortini ikki, hvussu verður við tí.

- Vit hava roynt hetta fyrr og kenna skipanina ógvuliga væl. Hann ásannar tó, at tað í ávísum støðum kann vera ein vansi, um venjarin ikki er á síðulinjuni.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026