Góðan morgun Føroyar

Janus blivin stjørna í Grikkalandi
22-09-2023
Grikskir miðlar, sjónvarpsrásir og onnur hava stóran áhuga í Janusi Wiberg, sum minnir óvanliga nógv sangaran Pantelis Pantelidis, sála.

Fundir, luttøka í sjónvarpssendingum, samrøður og framførslur.

Hetta er tað, sum Janus Wiberg fer at brúka tíðina uppá alla næstu viku, tá hann er í Grikkalandi.

- Seinastu tíðina havi eg fingið nógvar fyrispurningar úr Grikkalandi, so nú gera vit eina roynd við at fara til Grikkalands, har eg fyrst og fremst skal promovera mín egna tónleik, sigur Janus Wiberg.

Orsøkin til stóra áhugan hevur at gera við røddina og útsjóndina hjá Janusi Wiberg. Grikkar hava sæð og hoyrt Janus Wiberg á Instagram og hava bitið merki í, at hann líkist óvanliga nógv grikska sangaranum Pantelis Pantelidis, sum doyði í ferðsluvanlukku.

Í morgunsendingini fortelur Janus Wiberg um stóra áhugan úr Grikkalandi.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026