Góðan morgun Føroyar

12 viðurskifti sum kunnu økja um vandan fyri at fáa demens
26-09-2023
Altjóða Alzheimersfelagið hevur í ár valt at seta sjóneykuna á vandafaktorar og fyribyrging av demensi

Á altjóða Alzheimersdegnum 21. septembur var sjóneykan sett á vandafaktorar og fyribyrging, tá talan er um demens.

Gransking vísir, at tað serliga eru 12 ymiskir vandafaktorar, har vit hava størsta vinning, tá hugsað verður um fyribyrging.

Hesir eru:

  • Likamligur inaktivitetur
  • Hoyritrupulleikar, sum ikki verður gjørt nakað við
  • Ov høgt blóðtrýst
  • Stór yvirvekt
  • Depressión fyrr ella nú
  • Royking dagliga
  • Sukursjuka (diabetes)
  • Lágt útbúgvingarstøði
  • Upplivd sosial isolatión
  • Heilaskaði aftaná óhapp
  • Stór nýtsla av alkohol
  • Luftdálking

Fýra teir ovastu standa fyri 64 % av samlaðu fyribyrgingar møguleikunum.

Donsk gransking vísir, at tað ber til at minka um tilburðirnar av demensi, um tað verður sett fyribyrging inn á hesar vandafaktorarnar.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026