Góðan morgun Føroyar

Rúna vann snarrøðukappingina
27-09-2023
Hon røddi í 150 sekund um eina plakat við heitinum Nýggj vindorku, nýggir møguleikar.

Rúna Hoydal Brimnes vann snarrøðukappingina á Vísindavøkuni í ár. Heitið á framløguni var "Nýggj vindorka, nýggir møguleikar". Rúna hevur skrivað sína bachelor ritgerð í samstarvi við Umhvørvisstovuna, og tað var hesa gransking hon lýsti.

Kappingin snýr seg í stuttum um at leggja fram innihaldið á einari plakat. Tiltakið verður skipað soleiðis, at nakrir granskarar eftir tørni hava hvør sína stutta framløgu, sum skal vera:

- 150 sekund munnlig framseting
- við eini mynd á vegginum, sum er avrit av sjálvari plakatini og
- uttan kjak og spurningar úr salinum

Morgunsendingin prátaði við Rúnu um kappingina og hennara gransking. Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin omanfyri.

(kelda: gransking.fo)

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026