- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Nógv av teimum, sum hava stokkar sum frítíðarítriv, hava eisini ein sniðgeva í búkinum og binda upp á seg og síni, men tað kann tykjast eitt sindur ræðandi at fara undir eina uppskrift, sum onnur skulu síggja, skilja og brúka.
Tað er hesum, sum uppskrift.fo skal hjálpa við, siga tær tríggjar, Vár, Alisa og Rúna, sum saman hava tikið stig til heimasíðuna.
At hava eitt stað, har øll kunnu fara fyri at finna uppskriftir á føroyskum, hevur verið dreymurin leingi, siga tær.
Men tað er ikki bara sum at siga tað, at skriva eina uppskrift, og tí vilja tær eisini fegnar leggja øðrum lag á við einum frymli, sum sigur, hvussu tú skrivar eina uppskrift, ið skal nýtast av øðrum.
Á heimasíðuni ber til at lesa meira um hetta og lesa um eina forvitnisliga kapping til teirra, sum hava ein sniðgeva í búkinum.
