Verkfall í Sjúkrahúsverkinum: Leggja dent á sjúklingatrygdina

Verkfall í Sjúkrahúsverkinum: Leggja dent á sjúklingatrygdina
Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum byrjaði í morgun
Tummas í Garði er varastjóri á Landssjúkrahúsinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.10.2023 - 13:09

Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum byrjaði klokkan 8 í morgun, og fyrrapartin hevur leiðslan í Sjúkrahúsverkinum sitið á fundi fyri at fáa yvirlit yvir støðuna.

Tummas í Garði, læknafakligur vararstjóri á Landsssjúkrahúsinum, sigur, at bráðfeingis tilbúgvingin gongur sum ætlað, og dentur verður lagdur á sjúklingatrygdina.

Læknastjórin sigur seg samstundis harmast um, at dagurin verður sera strævin hjá starvsfólkunum, sum til arbeiðis.

Hoyr samrøðu, sum John Johannessen gjørdi við Tummas í Garði í útvarpstíðindunum:

 

02102023_Tummas_i_Gardi


Bjarni Árting Rubeksen tók myndirnar:

 

Tummas í Garði og Gunnvá Guttesen, varastjórar á Landssjúkrahúsinum, práta um støðuna, nú verkfall er í Sjúkrahúsverkinum. 

 

Á einari seingjardeild á Landssjúkrahúsinum í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435
Sunnudag 15. november
Andakt
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392