Góðan morgun Føroyar

Æðupápin í Borðoyavík LJÒÐ
04-10-2023
Hvønn dag fer Janus Hansen á Borðoyavíkina at geva ævum breyð.

Av sonnum kann mann kalla Janus Hansen í Klaksvík ein djóravin. Hvønn dag fer hann trúgvur í Borðoyavík at geva æðum breyð. Hann ger eitt bríksl og æðurnar koma langvegis frá. Æðurnar kenna Janus so mikið væl, at tær koma upp á land og fara heilt yvir til hansara at eta úr lógvanum.

- Tað er ein góð byrjan uppá dagin, og tað gevur mær sálarfrið, sigur Janus. Honum dámar væl at sita saman við æðunum tíðliga á morgni, meðan hann lurtar eftir ljóðinum frá aldunum. 

Eisini tekur Janus myndir og filmar av Borðoyavíkini hvønn dag, sum hann leggur út á facebook. Hetta hava onnur, nær og fjar, gleði av.

- Um tú ert góður við náttúruna, so fært tú okkurt aftur, sigur Janus Hansen.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026