Góðan morgun Føroyar

Serlig teppi til tey heimleysu
04-10-2023
- Eg vil bara hjálpa, og hetta er ein máti at gera tað uppá, sigur Miriam Høj, sum saman við øðrum bindir teppi, ið skulu latast heimleysum.

Tankateppi. Eitt bundið teppi, sum er heitt og tolir regn.

Tað er hugskotið, sum Miriam Høj fekk herfyri, tá hon sá innslag í Degi og Viku um heimleys fólk í Tórshavn.

- Eg sá innslagið og fekk ilt í hjarta. Teir fortaldu í innslagnum, at teir máttu sova úti, og tað var vátt og kalt. Og so hugsaði eg, at eg fái ikki bjóða teimum eina song ella bústað, men eg fái gjørt okkurt. Og mær dámar væl at binda, og so hugsaði eg, hvat nú um mann bindur eitt tjúkt, heitt teppi, sum tolir regn, sigur Miriam Høj.

Hon gjørdi skjótt av og sendi eina áheitan út á Facebook-bindiklubban fyri at vita, um áhugi var fyri hugskotinum um tankateppi, sum hon kallar tað.

Og áhugin hjá bindikønum var alt fyri eitt til staðar.

- Tað bleiv bryggjað víðari upp á hugskotið, vit fóru at tosa um møguleikan at gera eina bindiuppskrift, soleiðis at øll kunnu vera við, og hvussu mann kundi bundið puntar, sum síðani verða settir saman til eitt teppi, sigur Miriam Høj.

Eftir ætlan verður talan í fyrsta umfari um 10 teppi. Umleið 20-30 fólk hava higartil játtað seg til at binda.

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026