- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Siglir við fólki úr øllum heiminum
05-10-2023
- Mær hevur altíð dámt ógvuliga væl at sigla, sigur Jørgen Niclasen, sum nú loksins hevur fingið neyðugu pappírini at gera tað
Eftir 35 ár í lívsins skúla fór Jørgen Niclasen síðsta vetur aftur á skúlabonk. Málið var at fáa neyðugu pappírini til at sigla.
Tað vísti seg skjótt at vera meiri umfatandi, enn hann í fyrstu atløgu hevði gjørt sær greitt.
Fyrst var tað prógv at sigla smærri bátar. Síðani prógv at sigla smærri skjóttgangandi bátar. Triðja var bátar upp til 100 tons. Eftir hetta víðkað VHF-skeið. Bláú bók frá læknanum og at enda trygdarskeið.
Nú hevur Jørgen Niclasen fulla skuffu av prógvum, men framvegis manglar honum motorpassara.
Hóast tað bleiv heldur umfatandi, er hann fegin um prógvini, tí hann gleðir seg hvønn dag at sleppa út á fjørðin við teimum vitjandi.

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðurforsøgnin og nýggja svimjihøllin í Runavík
30-12-2025
Í fleiri ár hevur verið siðvenja, at Niclas Heri Jákupsson lesur upp eina jólasøgu, hann hevur skrivað.
23-12-2025
Jólakalendari, veðrið, 50 ára jubileum sum doktari og sjónvarpsdokumentarur um Christian Matras
11-12-2025
