Góðan morgun Føroyar

Joel Cole arbeiðir við samleika í list síni
06-10-2023
Joel Cole var føddur í 1968 í Minnesota í USA og hevur síðani 1986 ferðast til og virkað í Føroyum.

Identity ella Samleiki er heitið á framsýning hjá Joel Cole, sum letur upp á Listasavninum.

Listamaðurin hevur búð fast í Føroyum síðani 2011.

Joel Cole arbeiðir við lívrunnum tilfari og evnar oftast listaverk úr timbri og basalti.

Verkini hjá Cole snúgva seg ofta um uppruna hansara og heimstaðirnar: Amerika og Føroyar.

Fernisering verður í dag, fríggjadag, frá 16-18 á Listasavni Føroya.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026