Góðan morgun Føroyar

Teitur vil vera boksari
06-10-2023
Teitur Annand venur hvønn dag tvær til tríggjar ferðir, hóast hann eisini gongur í skúla.

Tá hugsað verður um stórar boksarar gjøgnum tíðina, koma nøvn fram sum Mike Tyson, Joe Louis, Sugar Ray Leonard og Muhammed Ali, sum eisini átti kendu orðini: "Float like a butterfly, sting like a bee. The hands can't hit what the eyes can't see." Men hvussu er lívsstílurin hjá einum boksara, og hvat skal til fyri at røkka teimum høgu tindunum? Ein, sum hevur stórar ætlanir innan boksing í Føroyum, og longu nú kann vísa á fleiri góð úrslit, er Teitur Annand.

Teitur er bert 19 ára gamal, men hann hevur longu gjørt vart við seg uttanlands við fleiri góðum úrslitum. Men tað kemur ikki av sær sjálvum. Longu áðrenn Teitur fer í skúla, hevur hann sum oftast verið ein rennitúr. Aftaná skúlatíð venur hann boksing, og viðhvørt tekur hann eisini eina eyka venjing, áðrenn hann fer í song. Hetta ger hann, so hann kann vera í so góðum formi sum gjørligt og altíð er til reiðar at fara í ringin.

Hoyr alla samrøðuna, sum Teitur gjørdi við morgunsendingina, við at trýsta á pílin omanfyri.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026