Lótu doyvandi evni í glasið

Lótu doyvandi evni í glasið
Hetta slagið av brotsverki verður nevnt "drugrape" á enskum
Tríggjar kvinnur hava boðað politinum frá, at tær hava verið fyri kynsligum ágangi, eftir at onkur hevur latið doyvandi evni í glas teirra. (Savnsmynd)
 
09.10.2023 - 08:31

Tríggjar kvinnur hava boðað politinum frá, at tær hava verið fyri kynsligum ágangi, eftir at onkur hevur latið doyvandi evni í glas teirra.

Hetta slagið av brotsverki verður nevnt "drugrape" á enskum.

Politiið vil ikki siga so nógv um málini, meðan tey vera kannað.

Politiið vil til dømis ikki siga, hvar hendingarnar vóru, annað enn, at tær vóru í Havn.

 

Handsrpitt stolið

Í gjár fekk politiið fráboðan um, at nakrir dunkar av handspritti vóru stolnir í tveimum røktarheimum í Havn.

Í øðrum førinum er ein maður tikin og skuldsettur.

Poliitiið kannar nú, um hann eisini kann skuldsetast fyri hin stuldurin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328