- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

- Eg frætti um hesa sprongstjørnuna og setti mær fyri, at eg skuldi royna at taka eina mynd av henni úr Føroyum, greiðir Kristian Eli Zachariasen frá.
Sprongdist í mai
Tað var tann 19. mai í ár, at sjálvlærdi stjørnufrøðingurin Kōichi Itagaki varnaðist, at ein ”nýggj” stjørna var farin at skína í stjørnubreytini M101 ella Pinwheel, sum breytin verður rópt á enskum.
Talan var um eina supernova ella sprongstjørnu, sum sprongdist, og hesin brestur var so ógvusligur, at hon sæst nú sum ein lýsandi stjørna í stjørnubreytini Pinwheel.
Mynd av stjørnubreytini Pinwheel, ið er umleið 21 milliónir ljósár burturi (Mynd: Kristian Eli Zachariassen)
Ov ljóst at taka stjørnumyndir
Av tí, at hetta hendi mitt um summarið, og næturnar vóru so ljósar, bar tað ikki til at kika út í rúmdina við einum stjørnukikara í Føroyum og taka myndir. Nú er myrkari, og um vikuskiftið vóru líkindi.
- Tað skal vera myrkt, stilli og stjørnuklárt, fyri at tað skal bera til at fáa eina góða stjørnumynd, og tað var tað um vikuskiftið, sigur Kristian Eli.
Her sæst sprongstjørnan SN 2023ixf skína í stjørnubreytini Pinwheel (Mynd: Kristian Eli Zachariassen)
Brúkti ein framkomnan stjørnukikara
Hann eigur fleiri stjørnukikarar og brúkti ein framkomnan kikara hetta kvøldið.
- Stjørnukikarin er teldustýrdur og hevur motorar, so hann kann fokusera pinnastillur út í himmalrúmið, sjálvt um jørðin melur runt um seg sjálva, greiðir Kristian Eli frá.
Tað tók honum einar 45 minuttir at gera stjørnukikaran kláran, og tá ið hann hevði funnið stjørnubreytina, setti hann myndatólið í kikaranum at taka 60 myndir av stjørnubreytini. Seinni setti hann allar 60 saman til eina mynd.
Tveir av framkomnu stjørnukikarnum hjá Kristiani Eli (Myndir: Kristian Eli Zachariassen)
Sprongstjørnan er smokka saman
Stjørnufrøðingar vænta, at sprongstjørnan er samansokkin til eina neutron stjørnu ella eitt svart hol. Hendan supernova hevur fingið heitið SN 2023ixf og er frámerkt á myndini, sum Kristian Eli tók í góðveðrinum í Klaksvík um vikuskiftið.
Sprongstjørnan er umleið 21 milliónir ljósár burturi, og Kristian Eli Zachariasen heldur, at hetta er fyrstu ferð, at ein mynd av einari supernova er tikin í Føroyum.
Tvær myndir, sum eru tiknar, ávíkavist 16. og 20. mai., vísa, at har er komin ein nýgg skínandi stjørna í stjørnubreytina - ein sokallað supernova. (Mynd: Stjørnufrøðingurin Paul Jacklin)
Lurta eftir samrøðuni við Kristian Eli Zachariassen í Góðan Morgun Føroyar.



