- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Hann leitaði væl og leingi. Tað var nógvur vindur og kalt í erva henda dagin, og hann var illa ílatin, og tí mátti hann gevast við leitingini og ringja eftir skyldfólki at koma við einum eyka lykli til bilin.
Ein vinmaður Regin Thomsen frætti um hendingina, og hann gjørdi ikki mætari enn at bíleggja tveir metalsøkjarar til teir báðar at leita við.
Leitaðu og funnu
Og sunnudagin var veðrið gott, og teir fóru avstað at leita. Teir gingu somu leiðina, sum Hallur hevði runnið. Fyrst niðan á Slættaratind, síðani Gráfelli og Krákuna, og so leiðina móti Manssetri, tí Hallur var rættiliga vísur í, at tað var onkrastaðni har, hann hevði mist lykilin.
Tá ið teir høvdu leitað ein tíma, rópar Regin á Hall. Hann hevði funnið lykilin.
Lurta eftir samrøðuni við Hall Holm í Góðan Morgun Føroyar.
Ein fegin Hallur Holm, eftir at vinmaðurin, sum eftir drúgva leitan, fann billykilin við metalsøkjara (Mynd: Regin Thomsen)
