- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Viðurkendur leikur í Norðurlandahúsinum
11-10-2023
LORTIÐ (La Merda) er heitið á italska leikinum, sum vit nú sleppa at uppliva á føroyskum.
Í sjónleikinum, LORTIÐ (La Merda), eftir Cristian Ceresoli, hitta vit unga kvinnu, ið er til reiðar at gera alt sum skal til fyri at blíva kend, vinna heiður og fáa viðurkenning. Hon vil eydnast í einum brúkarasamfelagi, har hon sjálv er vøran.
Leikurin hevur vunnið hópin av altjóða prísum og viðurkenningum. Leikurin setur samleika, sjálvsfatan, internalisering, etingarólag, sexismu og strukturellar avbjóðingar hjá eini ungari kvinnu á breddan.
Í føroysku uppsetingini er tað Durita Dahl Andreassen, sum situr á pallinum og tulkar orðini, meðan Marita S. Dalsgaard leikstjórnar.
Leikurin kann upplivast í Norðurlandahúsinum í døgunum 12. - 15. oktobur.

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500