Góðan morgun Føroyar

Ein smakkur av Føroyum
11-10-2023
Kristina Thede Johansen hevur nomið sær útbúgving sum saxofonsolistur, og leygarkvøldið hevði hon debutkonsert.

Kom við og merk gandakendu Føroyar, tá professionel listafólk taka teg við á eina tónleikaferð. Soleiðis lokkaði innbjóðingin til konsertina, Sansa Føroyar, sum Kristina Thede Johansen bjóðaði til á Norðuratlantsbrygguni og í Musikkhúsinum í Århus.

Seinstu trý árini hevur Kristina arbeitt við hesari konsertini í huga, tá hon nam sær útbúgving, ið hon kallar eina praktiska phd í saxofonleiki.

Á skránni vóru fimm nýskrivað føroysk verk, ið øll høvdu saxofonina í miðdeplinum.

- Eg spæli fýra ymiskar saxofonir í hesari konsertini, so tað er ordiliga stuttligt.

Eitt av verkunum eigur Ólavur Gaard, sum fekk til uppgávu at skriva eitt verk, sum skuldi hava røtur í føroysku kvæðunum og vísunum.

Valið fall á Fípuna Føgru, í einari útgávu, sum ikki er so kend, og tað var hetta sum fangaði áhugan hjá Ólavi.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026
Røða í WHO og amerikanska miðvalið
04-11-2026
Veðrið og prát
04-11-2026